Fótbóltur

Video: Ein rúgva av perlum

Hans Pauli Samuelsen skoraði nógv framúr góð mál fyri EB/Streym. Her eru nøkur av teimum bestu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-11-01 19:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin leikti Hans Pauli Samuelsen sín seinasta dyst í fremstu deildini. 34-ára gamli bóltsnillingurin úr Haldórsvík hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram á hægsta støði eftir yvir 500 dystir.

Les eisini: Hans Pauli og Heðin takkaðu fyri seg

Hans Pauli vann fimm meistaraheiti og fýra steypakappingar. Tey trý árini hann ikki var í barndómsfelagnum EB/Streymi, vann álopskendi leikarin FM á hvørjum ári - við B36 í 2015 og við Víkingi í 2016 og 2017.

Tað er eingin ivi um, at Hans Pauli Samuelsen hevur ríkað føroyskan fótbólt. Hann var sera eyðsýndur á teimum góðu EB/Streyma-liðunum, har hann serliga hevði eitt framúr gott samstarv við Arnbjørn Hansen. Hans Pauli var eisini framúrskarandi í B36.

Tekniski førleikin hjá víkamanninum bilar einki, og lágvaksni kantspælarin hevur bóltføling og eyga fyri spælinum sum heilt fáur í Føroyum. Tað hevur ført til millum annað mong upplegg og ikki minst nøkur framúrskarandi mál.

Facebook-síðan hjá EB/Streymi hevur savnað nøkur av málunum hjá Hans Paula í einum videobrotið. Njótið hesar smáu tríggar minuttirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder