Bundesliga-dyst sunnudagin seinnapartin og í gjárkvøldið European League-dyst í Sveis. Toppskjútti í báðum dystunum, og samanlagt skoraði Elias Ellefsen á Skipagøtu 23 ferðir innanfyri stór tvey samdøgur.
Sí eisini: Video: Stór á Skipagøtu-framsýing í stórsigri
Les eisini: Elias á vikuliðnum - bert Gidsel hevur skorað fleiri mál í Bundesliguni
Talan var um triðja bólkaspælsdystin hjá Kiel í European League. Hetta er næststerkasta evropeiska kappingin, og higartil hava Elias Ellefsen á Skipagøtu og aðrir verið spardir hesar dystirnar, meðan nakrir ungir mans, og annars spælarar við ikki so føstum Bundesliga-minuttum, spæla.
Í Sveis í gjár var tó tørvur á 23-ára gamla hoyvíkinginum. Bern fylgdi væl við rímiliga leingi á sínum heimavølli, og Elias kom á vøllin um miðjan fyrra hálvleik, tá tað var javnleikur.
Skjótt gjørdi nummar 71 mun við sínari ferð, sínum skotum og alveringum og dygdum annars. Eftir eina løtu hevði Kiel fingið yvirvág og var á odda 18-16 í steðginum.
Elias á Skipagøtu byrjaði aftur uttanfyri eftir steðgin, men Kiel slapp ikki av við Bern. Føroyingurin kom inn aftur, og saman við millum annað blaðunga týska stjørnuskotinum, Rasmus Ankermann, gjørdi spælskiparin hol í sjógvin.
Kiel vann 35-27, og Elias Ellfsen á Skipagøtu varð toppskjútti við níggju málum. Kiel hevur fult stigatal í EL-bólki B. Áðrenn heimadystin móti Bern hava Elias og teir ógvuliga týðandi Bundesliga-dyst á skránni leygardagin: Móti Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin.
Sí videobrot ovast ella á Youtube-rásini hjá THW Kiel - her eru fýra góð mál hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu við
Í Týsklandi var Ísak Vedelsbøl toppskjútti¨, men Vilhelm Poulsen vann
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald