Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur stórspælandi sunnudagin, tá hann varð toppskjútti við heili 14 málum í 43-35-sigrinum móti Bergischer.
Sí eisini: Video: Stór á Skipagøtu-framsýing í stórsigri
Við hesum hevur 23-ára gamli hoyvíkingurin 91 mál í 11 dystum í hesum Bundesliga-kappingarárinum.
Hetta er næstflest - bert Mathias Gidsel hevur fleiri. Liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum og heimsins besti spælari hevur skorað júst 100 ferðir í 11 dystum.
Elias hevði eisini fýra upplegg um vikuskifti, og á tí listanum fyri alla Bundesliguna liggur føroyski profilurin hjá Kiel á 8. plássi. Hann hevur 36 upplegg (assist) fyri 11 dystir.
Avrikið sunnudagin fekk Elias á Skipagøtu á vikuliðið fyri 11. umfar í Bundesliguna. Hetta er við tí næsthægsta HPI-talinum (Handball Performance Index - samlaða avrikstalið) og millum annað saman við Kiel-liðfelaganum Nikola Bilyk.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald