Stutt eftir landsdystirnar í november fekk Elias Ellefsen á Skipagøtu trupulleikar við økslina. Hetta helt 22-ára gamla hoyvíkinginum uttanfyri í nøkrum dystum, men í gjár var nummar 71 aftur á vøllinum fyri THW Kiel.
Hetta var í løtum í 2. hálvleiki í fjórðingsfinaluni í DHB Pokal. Gummersbach vitjaði í Wunderino høllini hóskvøldið, og Kiel fekk eina tunga byrjan uppá uppgerðina. Talan gjørdist tó skjótt, um ein ferðmiklan og undirhaldandi dyst.
Bæði liðini skoraðu 20 ferðir fyri steðgin, og í 2. hálvleiki var heimaliðið omaná.
Elias var inni í løtum og skoraði fýra mál. Hann brendi tvey skot, gjørdi eitt tekniskt mistak og fekk eina útvísing. Men føroyingurin átti sín lut í, at THW Kiel kom víðari til hálvfinaluna.
Ovast síggjast hæddarpunkt - bæði á 2.13 og heilt móti endanum (seinasta málið í dystinum) síggjast góð mál hjá Eliasi á Skipagøtu. Til ber eisini at trýsta seg inn á HER.
Sí hagtøl HER
Tað var annars danin Emil Madsen, sum gjørdi størsta munin í álopinum hjá Kiel. Høgri bakkurin, sum í januar skal til EM, tók ofta sakina í egnar hendur og gjørdist toppskjútti við átta málum.
Tað endaði 36-33, Elias Ellefsen á Skipagøtu átti seinasta orðið í dystinum, og THW Kiel skal í apríl spæla "Final4" í týsku steypakappingini. Rhein Neckar Löwen verður mótstøðuliðið í hálvfinaluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald