Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen úttikin til HM

Havnarmaðurin og hinir skulu royna at vinna fjórða HM á rað - uttan Niklas Landin og Mikkel Hansen. Byrjað verður í Herning 14. januar.

Jóhan á Plógv Hansen eigur trý HM-gull heiðursmerki. Danmark hevur ikki tapt nakran HM-dyst, síðani Nikolaj Jacobsen tók við (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen eigur trý HM-gull heiðursmerki. Danmark hevur ikki tapt nakran HM-dyst, síðani Nikolaj Jacobsen tók við (Mynd: EPA)

2024-12-18 13:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

29. HM-endaspælið hjá monnum verður hildið í Danmark, Noreg og Kroatia frá 14. januar til og við 2. februar.

Danir spæla móti Algeria á byrjanardegnum í Jyske Bank Boxen. Liðið spælir bólkaspæl og meginumfar á heimavølli og skal síðani til Oslo, um tað eydnast at koma í fjórðingsfinalurnar.

Ætlanin er, at Danmark endar við finalu í Oslo 2. februar. Undir Nikolaj Jacobsen hava danir spælt trý HM-endaspøl og vunnið øll trý. Liðið hevur ikki tapt nakran dyst, og danski venjarin segði á tíðindafundi fyrrapartin, at hann ikki ætlar at byrja uppá tað nú.

DHF hevði tíðindafund í sambandi við, at HM-hópurin varð tikin út. 19 nøvn vóru á listanum. Ein av hesum verður við sum eykamaður í fyrstu syftu, og til hvønn dyst skulu tveir afturat veljast frá - 16 pláss eru á dómaraseðlanum.

[object Object]
Nicolaj Jacobsen hevur fýra gull sum danskur landsliðsvenjari. Hann tók við í 2017 - nú hevur karismatiski venjarin tikið enn ein sterkan hóp út til enn eitt endaspæl (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen er úttikin sum einasti "veruligi" høgri vongurin. 30-ára gamli havnarmaðurin hevur verið við til øll trý HM-endaspølini undir Nikolaj Jacobsen.

Flensburg-Handewitt vongurin verður ikki fyrstaval, tí Niclas Kirkeløkke nú spælir vongur á landsliðnum og samstundis dekkar bakkur. Hetta er millum annað fyri at geva Mathias Gidsel meira "frí" í verjuni. Man kemur tó helst at síggja Jóhan heilt fitt í eldinum.

Hetta er annars fyrsti danski endaspælshópur uttan Mikkel Hansen og/ella Niklas Landin í 16 ár. Báðir góvust á tindinum við OL-gulli í august.

Máverjar:
Emil Nielsen, FC Barcelona
Kevin Møller, SG Flensburg-Handewitt

Vengur:
Magnus Landin, THW Kiel
Emil Jakobsen, SG Flensburg-Handewitt
Niclas Kirkeløkke, SG Flensburg-Handewitt
Johan á Plógv Hansen Hansen, SG Flensburg-Handewitt

Strikuspælarar:
Magnus Saugstrup, SC Magdeburg
Lukas Jørgensen, SG Flensburg-Handewitt
Emil Bergholt, Skjern Håndbold
Simon Hald, Aalborg Håndbold

Bakspælarar:
Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg
Mathias Gidsel, Füchse Berlin
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold
Mads Mensah Larsen, SG Flensburg-Handewitt
Lasse Andersson, Füchse Berlin
Jacob Holm, Paris Saint-Germain
Thomas Arnoldsen, Aalborg Håndbold
Simon Pytlick, SG Flensburg-Handewitt
Emil Madsen, THW Kiel

Tveir við fornavninum Emil eru við til eitt endaspæl á fyrsta sinni. Evnaríki strikuspælarin Emil Bergholt er ein av teimum fáu, sum spælir í heimligu donsku deildini, og liðfelagin Emil Madsen er við sum "hin lámi bakkurin". Fremst í røðini er heimsins besti spælari, Mathias Gidsel.

Umframt Algeria, er Danmark í bólki saman við Tunesia og Italia. Hetta skuldu trýfaldu heimsmeistararnir lættliga komið ígjøgnum sum vinnari, áðrenn eitt nakað meira avbjóðandi meginumfar bíðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder