Fótbóltur

Video: Føroyar royndu at knógva kroatum

U21-menninir høvdu nógvar góðar støður og vóru væl við í dystinum - Kroatia skoraði tó tvey brotsspørk, og føroyingar vóru í undirtali seinastu tjúgu minuttirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-09-06 09:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undankapping til EM hjá 2025 - bólkur G
7. umfar, hósdagin 05.09 (Zagreb)
Kroatia - Føroyar 2-1 (0-1)
39' br. 1-0
89' br. 2-0
90 (+3)' Beinir Nolsøe (Bergur Poulsen) 2-1 

Les meira um dystin her: Brotsspørk og reyð kort kostaðu í Kroatia

Sí longri hæddarpunkt frá dystinum ovast.

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Ási Dam, Elias Rusborg, Børge Petersen, Gullbrandur Øregaard, Martin Agnarsson - Poul Kallsberg, Noah Mneney, Heini Fossdalsá Sørensen, Olaf Bárðarson - Jørgen Nielsen

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Gutti Dahl-Olsen, Bergur Poulsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Leivur Fossdal Guttesen og Beinir Nolsøe

Reytt kort: Gullbrandur í Horni Øregaard (74') - beinleiðis reytt

Næsta uppgáva verður móti Grikkalandi við Djúpumýru týsdagin 10. september. Til hana hava Elias Rusborg og Noah Mneney leikbann - umframt Gullbrandur Øregaard. Grikkaland er nummar tvey í bólkinum og vann 3-0, tá liðini hittust í november í fjør.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder