Fótbóltur

Video: Fyrsta málið hjá Samuel í Bundesliguni í Eysturríki

Javnaði til 1-1 tá miðverjin var knappur, men tíverri tapti Ried dystin í Hartberg 3-2. Liðið hjá Samuel Chukwudi hevur fýra stig fyri fimm umfør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-31 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samuel Johansen Chukwudi hevur longu skorað í steypakappingini og nú eisini í landskappingini í Eysturríki.

Høgi føroyski landsliðsmiðverjin kann vera vandamikil í brotsteignum hjá mótstøðuliðnum, og sunnudagin sló hann til í Hartberg.

Hetta var, tá 23-ára gamli havnarmaðurin var knappur í sambandi við deyðbóltsstøðu eftir tíggju minuttir: Málverjin hjá Hartberg gav ein reyturbólt, Samuel Chukwudi stóð á rætta staðnum og setti fótin á.

Hetta var málið til 1-1. Har hendi nógv í Hartberg. Heimaliðið kom á odda tríggjar ferðir, og tað endaði eisini 3-2.

Verjuparturin hjá útiliðnum sá ikki alt ov gott út; sjálvur kundi Samuel Chukwudi staðið betri í sambandi við 2-1 málið.

Sí hæddarpunktini ovast ella á Youtube-síðuni hjá eysturríkska fótbóltssambandinum

Talan var um 5. umfari í Bundesliguni. Ried, liðið hjá Samuel, hevur fýra stig fyri fimm dystir: Ein sigur og ein javnleik. Hetta ger, at SV Ried í løtuni er í botnstríði.

Steypadystur er á skránni hjá Samuel Chukwudi fríggjakvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder