Hellas Verona vendi dystinum í Bologna í gjár, og hevur, nú tíggju umfør eru eftir í Serie A, sjey stig upp til bjargingina.
Andrias Edmundsson spældi aftur 90 minuttir. Hesferð var tað sum tann mittasti av trimum miðverjum - aftur stóð 25-ára gamli føroyingurin seg væl.
Les eisini: Andrias Edmundsson hevur vunnið sín fyrsta dyst í Serie A
Tað var miðverjumakkarin hjá Andriasi, Martin Frese, sum javnaði við góðum máli, og stutt seinni avgjørdi skotski áleyparin Kieron Bowi við góðum kontramálið. Sí hæddarpunktini ovast ella á almennu Youtube-síðuni hjá Serie A
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald