Fótbóltur

Video: Geza legði upp og gjørdi brotsspark í Grimsby-javnleiki

Grimsby var á odda 2-0, og føroyski landsliðsmiðvallarin átti stóran leiklut í fyrra málinum. Men tað endaði 2-2 í Accrington og triðji javnleikur á rað hjá Geza Turi og Grimsby.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-02 10:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Geza David Turi spældi aftur 90 minuttir, tá Grimsby í gjár vitjaði Accrinton Stanley í 4. umfari í League Two.

Gøtumaðurin var aftur við í máli hjá Grimsby - men tað endaði, eins og tveimum teimum undanfarnu dystunum við javnleiki. Og eins og um vikuskifti: 2-2.

Video: Geza við í báðum málunum og aftur dagsins maður hjá Grimsby

Eftir fimm minuttir fann Geza Turi á frálíkan hátt viðleikara í Accrington Stanley-brotsteignum. Hann setti fótin á, og so fór bólturin umvegis verjuspælara í máli: Skrásett sum sjálvmál, men føroyingurin átti forarbeiði.

Tað varð 2-0 til Grimsby í 38' minutti, men beint fyri steðgin gjørdi Geza David Turi eitt klossut brotsspark, har miðvallarin satsaði í takkling, eftir at hann hevði mist sín mann. 

1-2 og eftir ein tíma var 2-2, sum hóast góðar Grimsby-støður endaði 2-2.

Sí hæddarpunkt ovast

Liðið hevur seks stig fyri fýra umfør og er ósigrað. Men tríggir javnleikir á rað gera, at Grimsby ikki er á møguligum uppflytingarplássi enn. Leygardagin verður roynt aftur móti Cheltenham.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder