Fótbóltur

Video: Geza og Grimsby vunnu seg upp á play-off pláss

Dysturin í Cambridge varð avgjørdur í 94. minutti, og heimaliðið misnýtti eisini brotsspark. Tvey umfør eftir í League Two, og møguleikur lagnudystir er á skránni flaggdagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-22 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Geza David Turi og Grimsby eru framvegis væl við í uppflytingarstríðnum í fjórðbestu ensku deildini.

Føroyingurin hevur spælt fast á Grimsby-miðvøllinum seinastu mánaðirnar, og hann var á vøllinum til um miðjan 2. hálvleik í gjár, tá Grimsby vann dramatiskan dyst í Cambrigde.

Tað var 1-1 í steðginum, og eftir 58. minuttir fekk Cambrigde. Hetta bjargaði Jackson Smith, sum hevur verið profilur síðani hann kom í vetur, og í yvirtíðini kundi Grimsby avgerða.

Verjuspælarin Cameron McJannet kundi heldur tilvildarliga skora til 1-2 í 94. minutti, so var ovurstór frøi á teimum í Grimsby-leguni.

Sì hæddarpunkt ovast ella á Youtube-síðu felagsins

Við sigrinum í gjár er liðið hjá 24-ára gamla føroyinginum á 7. plássinum. Hetta er tað aftasta av fýra plássum, sum geva atgongd til play-off um at flyta upp í League One.

Í næstaseinasta umfari í langa grundspælinum, spælir Grimsby móti Swindon, sum er eitt stig frammanfyri. Hesin dysturin er harvið lykladystur - ein sigur kann vera nóg mikið at tryggja play-off. 

Grimsby og Swindon spæla leygardagin 25. apríl klokkan 12.30. Helst við Geza millum teir fyrstu 22.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder