Enn ein dystur og enn ein persónligur heiður sum dagsins spælari hjá Grimsby. Tíverri endaði tað annað vikuskifti á rað hjá Geza David Turi og liði hansara.
Sí eisini: Geza á fleiri vikuliðnum - vinnur frama í Onglandi
Grimsby legði seg annars á odda 2-1 í 64. minutti. Hetta var eftir at 24-ára gamli gøtumaðurin rann eini 50 metrar við bóltinum og síðani sendi perfekta alvering til Finley Potter, sum skoraði.
Hetta var í klassiskum "Geza-stíli", og áræði og teknisku førleikarnir hjá føroyska landsliðsmiðvallaranum halda framhaldandi ans.
Geza átti triðseinasta fót á hinum málinum hjá heimaliðnum við góðari sending í dýpdina eftir góða nerting áðrenn.
Móti endanum hevði Geza Turi eisini framúr innlegg, og eina lítla løtu helt man at hetta var avgerandi upplegg. Men dømt varð fyri rangstøðu.
Sí mál og hæddarpunkt frá dystinum hjá Geza og Grimsby í dag ovast ella á Youtube-síðuni hjá Grimsby Town
Niðanfyri ber til at síggja og hoyra Geza Turi seta orð á dystin:
Nummar 15 hjá Grimsby vísir á, at man var betra liðið - og tað vístu tølini eisini. Men 2-2 og harvið fimm stig eftir tríggjar dystir í League Two.
Týskvøldið er Accrington Stanley á skránni. Geza David Turi spældi 90 minuttir í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald