Sjey minuttir áðrenn flytingarvindeygað lat aftur fyri einari viku síðani, kunngjørdi TB, at Gilli Rólantsson Sørensen var komin aftur til barndómsfelagið: Ein sonn føroysk flytingarbumba.
30-ára gamli landsliðsspælarin hevur ikki spælt í Føroyum síðani 2013, tá hann umboðaði B36. Síðani hevur Gilli spælt í Superliguni (AaB í Danmark) og Eliteseriuni (Brann Bergen og Odds í Noregi).
Nú er hann fyribils komin úr "bobluni" og nærri familjuni aftur. Hetta er deiligt og fantastiskt, sigur Gilli. Róligi tvøramaðurin staðfestir tó samstundis, at hann ynskti at royna at spæla uttanfyri Skandinavia og norðanlond, og at yrkisfótbóltur framvegis er málið nøkur ár fram.
Steðgurin í Suðuroynni verður harvið lutfalsliga stuttur, um tað gongst eftir ætlan hjá Gilla Rólantsson. Tað hevur tað ikki heilt gjørt í vetur, og tað hevur verið ein strævin tíð, sum hevur órógvað millum annað svøvnin til tíðin. Nú hugsavnar hann seg tó um TB, ið stendur nær hjartanum, og har felagskapurin er nakað serligt.
Gilli sigur í samrøðuni á Hotel Føroyum, at hann vil geva TB "positivt energi", nýta sína royndir og royna at vera eitt slag av fyrimynd fyri ungu spennandi spælarunum har. Fyri Gilla var lokali landsliðsspælarin Óli Johannesen heilt stóra fyrimyndin og hetjan.
Til seinast kemur maðurin við 60 A-landsdystum inn á, at ungu spælararnir á landsliðnum, nú fáa betri møguleikar at vísa seg. Eisini staðfestir Gilli Rólantsson Sørensen, at Føroyar eiga at hava góðan møguleika at fáa trý stig móti Moldova
Manuskript: Agnar Prestá
Video og klipt: Sverri Egholm
Føroyska A-landsliðið við monnum ferðast í morgin til Moldova. Portalurin er við á ferðini og hevur ymiskt tilfar harfrá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald