Fótbóltur

Video: Her eru málini frá Champions League-tapinum hjá Víkingi

Øll fimm málini í Klaksvík komu fyri steðgin. 3-2 sigurin hjá Lincoln Red Imps merkir, at Víkingur skal vinna útidystin týsdagin fyri koma víðari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-09 09:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

UEFA Champions League, 1. umfar
Í gjár, týsdagin 8. juli
Víkingur – Lincoln Red Imps 2-3 (2-3)
19' Bernardo Lopes 0-1
28' Jákup Johansen 1-1 
31'  Bernardo Lopes 1-2
38' TjayDe Barr, brotsspark. 1-3 
45 (+4)' 2-3 Sølvi Vatnhamar, br.

Reytt kort: Olaf Bárðarson

Les eisini: Víkingur kom ov seint í gongd

Víkingarnir iðraðu seg, at teir ikki tóku betri av í gjár. Nú snýr tað seg um at vinna á útivølli móti meistarunum av Gibraltar - tann dysturin verður týsdagin 15. juli.

Olaf Bárðarson verður ikki við tá. Innskifti vongurin fekk beinleiðis reytt kort eftir VAR-kanning. Víst var til, at Olaf spýtti á liggjandi mótsstøðumann, men tað ber ikki til at síggja á myndunum her.

Sí eisini: Sølvi: - Eg dugi ikki at ímynda mær at okkara maður hevur gjørt tað

GG: Góðskan á upptøkunum omanfyri er ikki tann besta, og tað er sett heldur løgið saman 

Sí myndir frá dystinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder