Hondbóltur

Video: Her eru tey sjey málini hjá Hákuni móti Aalborg

Seks av teimum móti Niklas Landin - føroyski høgri vongurin var veruliga í hopla í fyrru Champions League-fjórðingsfinaluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-26 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kann man tosa um eitt veruligt Champions League-gjøgnumbrot hjá Hákuni West av Teigum, so var tað nú hóskvøldið Aalborg. 

Tey sjey málini hjá 23-ára gamla føroyska høgra vonginum móti finalistunum í fjør, vóru við at seta Fücshe í framúr góða støðu undan seinna dystinum.

Tað endaði 37-29 í Berlin. Hákun brendi sítt fyrsta skot, men annars var tað eitt gott hugst at geva hoyvíkinginum bóltin. Tað eru annars nógvir dystir - bæði í Champions League og í Bundesliguni - at hann fær heilt fáar bóltar at arbeiða við.

Hákun West av Teigum vísti hóskvøldið sítt áræði, umframt kaldleika og dugnaskap. Seks av hansara sjey málum vórðu skotin móti Niklasi Landin, og legendariski danski málverjin var í roynd og veru kanska bert nær við at taka eitt av hesum skotunum hjá føroyingum.

Sí øll málini, sum eru klipt saman á Youtube, omanfyri ella HER.

Fücshe og Aalborg spæla aftur í Aalborg mikukvøldið. Liðið hjá Hákuni er nær einum Final Four-plássi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder