
KÍ tapti í gjár samanlagt greitt fyri Silkeborg úr Superliguni. Føroyameistararnir, ið eru tíðliga í uppstartinum, vóru tó rímiliga væl við fyri steðgin, tá KÍ spældi við áleið sterkasta liðnum gjørligt á degnum.
Bæði liðini skiftu síðani nógv út og serliga KÍ. Mál og hæddarpunkt frá dystinum í Portugal síggjast omanfyri. Meira kunning niðanfyri.
Atlantic Cup 2. umfar (venjingarkapping)
Algarve, Portugal - 6/2
KÍ - Silkeborg 0-3 (0-1)
22' Callum McCowatt 0-1
63' Fredrik Carlsen 0-2
89' Kasper Kusk 0-3
KÍ (4-2-3-1): Ari í Haraldsstovu Petersen, Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Patrick Da Silva - Claes Phillip Kronberg - Jákup Biskopstø Andreasen - Árni Frederiksberg, Mads Boe Mikkelsen, Pætur Petersen - Páll Andrasson Klettskarð,
Í hálvleikinum komu hesir inn: Dan í Soylu, Ahmed Latif, Símun Kalsø, Dávid Biskopstø Andreasen, Silas Gaard og Jóhan Josephsen inn.
Seinni komu eisini Heini Vatnsdal, Sølvi Johannessen og Hannis Matras á vøllin.
Les eisini: KÍ tapti við trimum fyri Superliga-felagi
KÍ spælir seinasta dystin á venjingarleguni í Algarve fríggjadagin seinnapartin. Real Salt Lake úr USA verður mótstøðuliðið,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald