- Eg hevði verið stoltur, um eg kundi tikið tíggjarin yvir aftaná teg
Soleiðis segði ein eyðmjúkur Jóannes Bjartalíð, tá vit prátaðu við hann og Sølva Vatnhamar á Hotel Føroyum hósdagin.
- So mást tú upp einar tríggjar kilometrarnir í snitt, svaraði Sølvi Vatnhamar aftur. Hevði Magni (Mohr, fysiskur venjari) verið her at bakka tað upp, legði hann afturat skemtiliga.
Sølvi Vatnhamar hevði helst ikki væntað at Magni Mohr sat har nærhendis í lobbyini, og hann varð fingin yvir at fáa greiði á hesum.
Síggj hvussu tað gekk omanfyri.
--
Sí eisini:
Lær landsliðið at kenna: Tveir og tveir
Lagt til rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald