Eitt við høgra beininum og eitt við høvdinum eftir at hann hevur sníkt seg í góða og fría støðu.
Soleiðis kenna vit Klæmint Andrasson Olsen, og eftir tey bæði málini í Conference League-dystinum í Ísrael í gjár kennir fótbóltsevropa betri snilda og roynda riutvíkingin fyri hansara dygdir. Breiðablik kom veruliga inn aftur í dystinum við teimum málinum, ið føroyski áleyparin gjørdi.
Leigusveinurin úr NSÍ skoraði bæði málini fyri Breiðablik í 3-2 ósigrinum í fyrsta dystinum nakrantíð hjá íslendskum liði í einum evropeiskum bólkaspæli.
Harvið er Klæmint aftur søguligur á fyri síni mál - eisini fyri at vera fyrsti føroyingur sum hevur skorað í evropeiskum bólkaspæl í vaksnamannafótbólti. Todi Jónsson skoraði nøkur evropeisk mál fyri FCK eitt sindur inn í UEFA Cup og "Cup Winners Cup". Fyrrnevda var tá skipað uttan bólkaspæl, og tann seinna hevði ikki bólkaspæl. Klæmint Olsen er nú eisini tann føroyingurin við flest evropeiskum málum samanlagt.
Til ber at síggja málini hjá Klæminti og øll í dystinum á heimasíðuni visir.is.
Les eisini:
Klæmint hevur skrivað fótbóltssøgu
Klæmint tvífaldur málskjútti í Ísrael
Fótbóltur
Video: Klæmint ger bart fyri Breiðablik í bólkaspælinum
33-ára gamli áleyparin úr Rituvík setti í tveimum førum bóltin væl inn við aftaru stong, eftir at hann rann seg frían. Tað endaði 3-2 í Tel Aviv.
Leigusveinurin úr NSÍ skoraði bæði málini fyri Breiðablik í 3-2 ósigrinum í fyrsta dystinum nakrantíð hjá íslendskum liði í einum evropeiskum bólkaspæli (Skýggjamynd, visir.is)
2023-09-22 07:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald