
Fyrsta málið hjá einum føroyingi í einum evropeiskum bólkaspælsdysti er skotið. Tað var ikki í Slovakia, har KÍ spælir - tað er málleysur javnleikur í steðginum millum KÍ og Slovan Bratislava.
Tað er í Tel Aviv, at Klæmint Andrasson Olsen hevur minkað um munin til 3-1. Breiðablik spælir fyrsta dystin hjá íslendskum liði í einum evropeiskum bólkaspæli, og tað var 33-ára gamli føroyingurin, ið gjørdist søguligur málskjútti.
Áleyparin setti bóltin inn við aftaru stong eftir flatt innlegg. Klæmint vísti sítt máltev - tað kemur tó helst ikki stig burturúr hjá Breiðablik í Ísrael.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald