
Ein heldur skemtilig hending á oyggjaleikunum í Orknoyggjum í kvøld.
Bogaskjúttin Nikkel Petersen gjørdi avtalu við Aksel V. Johannesen, løgmann, Elsu Berg, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, og Eirik í Jákupsstovnu, landsstýrismann í mentamálum, at um bogaskjúttarnir vunnu fýra gull, skuldu umboðini fyri almennu Føroyar umframt borgarstjóran í høvuðsstaðnum leypa á sjógv.
Og bogaskjúttarnir hava vunnið ikki færri enn sjey gull heiðursmerki higartil, so har var einki annað at gera enn at leypa á sjógv í Kirkwall.
Nøkur fólk vóru møtt upp til hesa skemtiligu hendingina. Sí videobrot, sum Nikkel Petersen hevur gjørt, omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald