Fótbóltur

Video: Málveitsla í 1. umfari

Ikki færri enn 42 mál blivu skoraði í teimum átta dystunum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Øll málini síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-04-15 22:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Talan var um eina sanna málveitslu, tá 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið bleiv spælt skírisdag.

Tilsamans 42 mál blivu skoraði í teimum átta dystunum, og nú ber til at síggja øll málini í FSF Varpinum.

Liðini, ið hava spælt seg víðari, eru B36, Víkingur, AB, HB, ÍF, TB, 07 Vestur og KÍ. Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður í 3-2 týsdagin 26. apríl.

Fjórðingsfinalurnar verða spældar mikudagin 18. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder