- Eg havi arbeitt hart fram móti hesum, so eg standi við einari góðari kenslu nú.
Marita Mortensen var ikki við til nakran undankappingardyst, men eftir nakrar góðar mánaðir í danska HØJ, og eftir at hava víst seg væl fram til landsliðsvenjingrnar í oktober, kom 23-ára gamla hoyvíkskvinnan á endaliga EM-listan hjá Claus Mogensen og Simon Olsen.
Marita Mortensen skýtur til kvøldsins venjing á Argjum (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Myndir: Úr Klaksvík út á Argir - móti EM
Hørð men ymisk mótsstøða í Basel
Bakspælarin hevur nakað heldur øðrvísi í sínum spæli. Gamaní kunnu spælarar sum Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen senda vandamikil skot avstað úr níggju (+metrum), men tað er javnan við "renniskotum", og føroyska spælið er meira sett upp til gjøgnumbrot en skotum langt úti frá.
Marita kann eisini fara ígjøgnum, men hon er tað hægri, hevur eitt gott lop, umframt hart skot og gjørdi í fleiri ár vart við seg við millum annað langsskotsmálum hjá H71. Hetta er hon til reiðar at gera fyri Føroyar eisini.
Í løtuni stendur Marita seg væl í HØJ Elite, har hon stórtrívist. Liðið úr Ølstykke er - eins og mansliðið har Pauli Jacobsen spælir - nummar eitt í næstbestu donsku deildini.
Hoyr samrøðuna við Maritu Mortensen omanfyri.
EM-hópurin:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Vengur:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Strikur:
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin
Bakkar:
Elsa Egholm, H71
Lukka Arge, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald