Fótbóltur

Video: Martin Agnarsson legði upp tríggjar ferðir í stórsigri

Trý upplegg frá vinstra fótinum hjá nummar trý hjá Aarhus Fremad - føroyingurin sendi millum annað tvey hornaspørk innfyri, sum góvu mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-23 11:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aarhus Fremad vann í gjár 5-1 á heimavølli móti botnliðnum Middelfart.

Gestirnir av Fjóni løgdu seg annars á odda við brotssparki, men skjótt tók Fremad yvir, og átti føroyski vinstri bakkurin á liðnum stóran part í stórsigrinum.

Martin Agnarson legði ikki bert upp til eitt ella tvey mál: 22-ára gamli landsliðsspælarin legði fyrst av, og til hini bæði uppleggini vóru góð hornaspørk hjá nummar 3:

Martin sær út til at vera til reiðar, um ikki Árni Frederiksberg ella onkur annar við góðum vinstra beini skal skjóta hornaspark fyri Føroyar.

Øll uppleggini og hæddarpunktini síggjast ovast ella á Youtube-síðuni hjá Aarhus Fremad

Aarhus Fremad hevur fýra stig niður til niðurflytingarstrikuna í niðurflytingarspælinum í næstbestu donsku deildini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder