Annað

Video: Merkið veittraði í Tokyo

Hávard Vatnhamar bar Merkið inn á olympiska leikvøllin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-08-24 15:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í bundnum vesti frá Shisa Brand og við Merkinum gekk einasta føroyska umboðið, Hávard Vatnhamar inn á olympiska leikvøllin til setanina av Paralympisku leikunum fyri løtu síðani.

Hávard Vatnhamar er einasta føroyska umboðið í leikunum í Tokyo, og skal kappast í maraton (klassa T46) 5. september kl. 6.50 lokala tíð (hetta er 4. september kl. 22.50 føroyska tíð).

Sí video frá setanini omanfyri. Øll setanin sæst á DR TV her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder