H71 og Maria Halsdóttir Weyhe fara at gera alt tað, tær eru mentar at vinna greipuna. Hinvegin skal Kyndil royna at basa sterka H71-liðnum.
Vit hittu Mariu Halsdóttir Weyhe aftaná seinnu hálvfinaluna móti Stjørnuni, og Bjartu Johansen úr Kyndli aftaná seinnu hálvfinaluna móti Neistanum.
Hetta var leygardagin og sunnudagin í síðstu viku. Tá samrøðan við Mariu Halsdóttir Weyhe varð gjørd, var ikki greitt, hvat mótstøðuliðið fór at verða.
Spælskiparin hja H71 legði tó dent á, at tær skulu fyrst og fremst hugsavna seg um egið spæl. Strikuspælarin hjá Kyndli sigur, at breiddin kann vera munurin, men at tær skulu fáa verjuna at sita móti sterku hoyvíkskvinnum. Kyndli-spælararnir skulu eisini allar raka eitt høgt støði.
Fyrsta finala liggur nú um vikuskiftið - verður bríkslað í gongd klokkan 18 í annaðkvøld. Finala 2 og 3 eru á skránni í næstu viku - finala nummar tvey verður í Høllini á Hálsi mikukvøldið. Møguligar finalur 4 og 5 liggja í viku 19. Fyrst upp í tríggjar finalsigrar tryggjar sær FM-heitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald