Fótbóltur

Video: Rebekka avgjørdi dystin

Føroyski landsliðsáleyarin bæði skoraði og legði upp í 2-1 sigri hjá Kastorias í bestu deildini í Grikkalandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-03-08 17:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Rebekka Benbakoura var avgerandi, tá GPO Kastorias vann 2-1 á hemvølli mikudagin. 

Nummar tíggju í bestu griksku deildini tók ímóti liðnum á 9. plássinum, AEL Larissa. 14 lið eru í deildini. 

Rebekka hevði eitt flott upplegg í fyrra hálvleiki, tá hon rann væl djúpt, vann nærdystin og legði bóltin so at siga perfekt inn, har ein viðleikari var uppá pláss.

Uppleggið sæst á 1.20 í videobrotinum ovast.

Útiliðið svaraði næstan beinanvegin aftur, men í seinna hálvleiki gjørdi Rebekka Benbakoura bart aftur. 25-ára gamli føroyski landsliðsspælarin fekk eina alvering, tamdi bóltin framið einum miðverja, lat bóltin rulla inn í brotsteigin og stødd nakað til vinstru har inni, smekkaði áleyparin til við vinstra beininum.

Bólturin brast í netmeskarnar - eitt flott mál hjá Rebekku, ið kann síggjast frá 7.35 ovast í greinini. 

Hæddarpunktini frá 2-1 sigrinum eru eisini á Youtube

Hetta var annað málið hjá Rebekku Fjallsá Benbakoura, síðani hon í januar skifti til bestu deildina í Grikkalandi. Næsta uppgávan hjá Rebekku og Kastorias er sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder