Hondbóltur

Video: Seinast Føroyar og Danmark hittust

Føroyar vunnu 33-32 á Danmark, tá liðini spældu í U20 EM-bólkaspælinum í fjør. Klokkan 9 spæla flestu av somu spælarunum aftur móti hvørjum øðrum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-07-01 07:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Í morgun er tað møguleikin at enda í topp-fimm í HM-endaspælinum fyri U21-landsliðið, ið stendur uppá spæl í Berlin.

Tað eru Danmark og Føroyar, sum bresta saman. Londini hava heilt ymiskar fyritreytir og hondóltsiðvenju. Í fjør, fyri beint undir einum ári síðani, bastu okkara ungu menn Danmark í EM-endaspælinum, og flestu av somu spælarunum eru í hópunum í dag eisini.

Dómaraseðilin fyri dystin í EM-endaspælinum sæst herSí øll málini frá søguliga dystinum í Portugal ovast í greinini.

Lagt er upp til spennandi uppgerð í týska høvuðsstaðnum í dag. Fyrsta bríksl er klokkan 09. Kringvarpið vísir dystin beinleiðis. FM1 hevur eisini beinleiðis frásøgn úr Berlin. Portalurin er framvegis á staðnum, og vit hava ymiskt tilfar úr høllini.

HM-endaspæl fyri U21 menn 2023 - um 5.-8. pláss
Max Schmeling Halle, sunnudagin 01.07

09.00: Føroyar - Danmark 

Les eisini: Skulu dystast við danir um at enda í topp-fimm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder