2019-11-27 22:47
Í botndystinum á Hálsi í kvøld var ikki sørt dramatikkur tá níggju minuttir vóru eftir av seinna hálvleiki.
Borgar Sveinsson hjá Kyndli fekk ógvusligan skaða, tá hann lendi skeivt eftir eitt gjøgnumbrot, og fekk ikki flutt seg. Dysturin varð steðgaður, og ringt varð eftir sjúkrabilinum, sum kom løtu seinni.
Dómararnir tóku eftir hetta avgerð um ikki at seta dystin í gongd aftur. Úrslitið gjørdist 28-15 til Kyndil.
Allur dysturin sæst her:
(Kyndil eigur upptøkurnar)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald