Hondbóltur

Video: Skaðafría Súna er til reiðar til enn eitt endaspæl

Tað hjálpir sjálvandi, at vit vóru við til EM í fjør, sigur Skanderborg-spælarin. - Tað er stuttligt at vera partur av, tá man sær so nógv børn í landsliðsklæðum, og nógv gera so nógv burturúr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-11-20 19:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eitt margháttiligt óhapp undir upptøkunum til lýsingafilmin nakað áðrenn EM-endaspælið í fjør, sun kundi kostað Sùnu Krossteig Hansen EM-endaspælið.

Og heldur ógvusliga beklingin og trupulleikarnir í fótliðnum, sum fylgdu við, hava á ymsan hátt darvað fótfimu havnarkvinnuna seinasta árið.

Hon spældi ikki í HM røkk-støkk dystunum, og tað er ikki fyrrenn nú, at 10'arin hevur spælt nakrar dystir út í eitt í Skanderborg uttan trupulleikar.

- Eg havi tað fínt. Eg venji fult við, havi spælt 4-5 dystir á rað við Skanderborg, har tað er gingið væl persónliga, og eri til reiðar til HM, staðfestir Súna K. Hansen fyri Portalinum og FM1.

25-ára gamli fyrrverandi Kyndla-spælarin hevur stóran leiklut í álopi og verju hjá Føroyum. Hetta vísti hon serliga í sigrinum í Íslandi í EM-undankappingini í síðsta mánaða. Júst tað at Ísland vitjar til venjingardyst leygarkvøldið kann geva Føroyum nógv - tað kunnu royndirnar og áhugin sanniliga eisini.

- Nú vita vit veruliga, hvussu stórt alt er til eitt endaspæl. Nú hava vit eisini betra nøkur ting, í mun til trivnað - man skal jú verða burtur saman í tvær vikur. Tað hevur eisini alt at siga, at fáa so nógvan stuðul frá føroyingum, og tað ger tað uppaftur stuttligari at vera partur av, tá man sær hvussu nógv gera nógv burturúr - og millum annað at so nógv børn allastaðni ganga í landsliðsblusum.

Súna Krossteig Hansen og Føroyar spæla venjingardyst við Tjarnir leygarkvøldið klokkan 19. Síðani verður farið eftir avrikum "á HM-stigi" í Týsklandi í næstu viku.

Pætur Nolsøe gjørdi samrøðuna, ið kann síggjast ovast

FM1 sigur frá dystinum móti Íslandi, Portalurin verður eisini á staðnum, og hava vit ymiskt tilfar næstu dagarnar og sjálvandi nógv á staðnum í Týsklandi

Les eisini: Undir ein vika til HM-endaspælið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder