41-ára gamli liðformaðurin hjá Víkingi hevur heldur trupult við at sova í hesum døgum, tí hann gleðir seg so nógv til seinna dystin móti Inter D’Escaldes.
Undan venjingini í Sarpugerði í kvøld setti Atli Gregersen orð á tað serliga við evropeiskum dystum, tað at hava heimavøll í Klaksvík, BR-bóltar og løtupengar. Sí alla samrøðuna.
Víkingur tapti fyrra dystin 2-1 á útivølli. Fyrsta bríksl í Klaksvík hósdagin verður klokkan 19.00.
Til ber at keypa atgongumerki til dystin her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald