Hondbóltur

Video: Soleiðis gekst seinast móti Noreg

Norðmenn hava ikki so góð minnir móti føroyska manslandsliðnum. Klokkan 15.45 hittast liðini í Trondheim - tó er ikki eins nógv uppá spæl sum minniliga januar-kvøldið í Berlin í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-11-01 07:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Resten av Færøyene står stille nå. Alle mand, alle sauer. Alt følger med..."

Sjálvt mongu seyðirnir í Føroyum stóðu, sambært lívliga norska frásøgumanninum á Viaplay, stillir, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu leygarkvøldið 13. januar í trein dribblandi fram móti brotskastslinjuni í Berlin. Sjey metrar og Torbjørn Bergerud vóru millum tá 21-ára gamla hoyvíkingin og føroyska ítróttarsøgu. Og frásøgumaðurin hjá EHF setti væl orð á støðuni

- á Skipagøtu, The hopes of a nation rest on his young shoulders...

Og so var alt, ið ikki var norskt í stóru Mercedes Benz leikhøllini, í sigursúsi. Hóast talan var um ein javnleik. Ella...nevndi frásøgumaðurin hjá Viaplay kundi, hóast argur um laguna hjá egna liði, á flottan hátt lýsa løtuna. Og hann rópti saman við Suna Merkistein, Inga Olsen og øllum øðrum, sum høvdu eina mikrofon í týska høvuðsstaðnum og sum royndu at seta orð á søguligu løtuna.

- Et øjeblikk for historien

- Ein kollosal sensatión

Sí hæddarpunktini hjá EHF (3.05) ovast ella her

[object Object]

[object Object]Løtan tá Elias Ellefsen á Skipagøtu púra kaldur setti skotið í netið úr sjey metrum og syrgdi fyri søguligum endaspælsstigi (Savnsmyndir: Sverri Egholm)

Sí allar myndirnar frá EM-dystinum úr Berlin (26-26) her

Noreg var annars á odda 26-23, tá klokkan vísti 28.23, og Føroyar høvdu ikki skorað móti Bergerud í átta minuttir. Men hví fella í fátt tá man hevur eini 5.000 føroyingar í rygginum og hevur staðið fyri framúr avriki móti so sterkari hondbóltstjóð? Nakrar villar støður og trý mál seinni var takið nærum blást av høllini.

Bragdið í Berlin hendi fyri smáum tveimum árum síðani. Nú nærkast enn eitt EM-e ndaspæl, og dysturin móti Noreg í Trondheim seinnapartin er ein fyrireikingardystur. Einki EM-stig er uppá spæl. Kanska norðmenn vilja løna føroyingum okkurt aftur, men venjararnir fara helst at rotera heilt fitt.

2. umfar í Golden League í Tróndheimi

Í dag, leygardagin 1. november:
kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
kl. 15.45 Noreg – Føroyar (KVF og TV2 Sport/TV2 Play)

Føroyar taptu hósdagin fyri Nirðurlondum í fyrsta umfari - við einum máli 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder