Hondbóltur

Video: Soleiðis vann liðið hjá Hákuni greitt á Aalborg

Tað sá einki út eina løtu fyri steðgin, men við hjáp frá millum annað Hákuni West av Teigum spældi Fücshe seg heilt nær Final Four í Champions League.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-25 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eina løtu í fyrra hálvleiki var munurin seks mál: Aalborg hevði veruliga tak á Fücshe Berlin.

Men síðani vendist fyrra Champions League-fjórðingsfinalan av álvara á høvdið. Málverjar hjá heimaliðnum byrjaðu at taka, og veruligt glið hjá á spælið hja Mathiasi Gidsel og hinum.

Júst Gidsel var í hopla við 11 málum, nógvum uppleggum og nógvum flottum. Men Hákun West av Teigum gjørdi so sanniliga eisini sítt. Føroyski høgri vongurin fekk meira at arbeiða við enn vanligt. Hann brendi sítt fyrsta skot - beint framvið - men var annars púra tryggur.

Sí eisini: Hákun í hopla í stórum Champions League-sigri

Nummar 34 var ísakaldur - fýra ferðir var tað móti Niklas Landin, og fimm av málunum komu í 2. hálvleiki. Hákun vísti veruliga sínar dygdir á stóra pallinum.

Tíverri er einki av málinum hjá føroyska vonginum við á almennu hæddarpunktinum hjá HSF. Tey síggjast tó ovast ella HER

Fücshe Berlin vann við 37-29 og fer harvið við átta-máls sigri til Aalborg í næstu viku. Samanlagdi vinnarin kemur í hálvfinaluna í Champions League - til Final Four vikuskifti í juni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder