Fótbóltur

Video: Tað vit ætlaðu áðrenn dystin - hava bestu áskoðarar í Føroyum

Tað verður stuttligt og nakað heilt serligt at spæla oddadyst móti KÍ og stórabeiggja her leygarkvøldið, staðfestir Dávid Biskopstø Andreasen. Hann bæði legði upp og skoraði í oddabrakinum móti NSÍ í kvøld, sum endaði 2-0.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-04 21:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í KÍ varð mett, at hann ikki var nóg góður til annað enn leiklut sum innskiftari seint í summum dystum. Og tá Dávid Biskopstø Andreasen síðsta heyst metti, at spælitíðin á besta liðnum ikki var nøktandi, gavst hann har.

Í vetur skifti 21-ára gamli miðvallarin av Brekku í Klaksvík til B36. Leygarkvøldið skal hann spæla nýtt oddabrak. Hesaferð móti barndómsfelagnum - við teimum í hvítum og svørtum sum nú eru á 1. plássið.

- Tað verður stuttligt at spæla ein slíkan dyst móti KÍ. Verður serligt at spæla  móti stórabeiggja.

Stóribeiggin er Jákup Biskopstø Andreasen: KÍ-liðformaður. Eftir málið og uppleggið hjá Dávidi ímóti NSÍ í kvøld, er tað bert Árni Frederiksberg, sum hevur fleiri málstig í Betrideildini enn nummar 18 hjá B36 eftir átta umfør. Hetta vísa hagtølini hjá bolt.fo og FaroeSoccer.

- Vit hava eitt sterkt lið - allir trúgva uppá hvønn annan. Tað var hetta vit fóru eftir í kvøld: At leggja okkum á odda í deildini. Allir stríddust væl, og so vóru vit til reiðar at taka av, sigur Dávid B. Andreasen, sum legði væl upp til 1-0 málið og sjálvur skoraði til endaliga úrslitið 2-0, tá ágangandi miðvallarin fekk "trýst bóltin í málið".

Har átti Bartal Páll Klein stóran leiklut. Les meira niðanfyri.

Sí eisini: B36 basti NSÍ og er nýtt oddalið í Meistaradeildini

Hoyr samrøðuna við Dávid B. Andreasen ovast

8. umfar í Meistaradeildini 
Í dag, mánadagin 4. mai
B36 - NSÍ 2-0 (0-0)
70' Boubacar Sidik Dabo (Dávid Biskopstø Andreasen) 1-0
71' Dávid Biskopstø Andreasen (Bartal Páll Klein) 2-0

Sí meira um dystin her

B36 er oddalið í Meistaradeildini eftir átta umfør. Hetta ósigrað og við 18 stigum. Eitt stig eru nú niður til NSÍ og tvey til KÍ, sum vitjar í Gundadali leygarkvøldið klokkan 17.

Støðan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder