Hondbóltur

Video: Triðbesti endin í EM-endaspælinum

EHF hevur valt teir fimm dystirnar, ið høvdu tann spennandi og villa endan. Føroyar - Noreg er sjálvandi við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-08 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

13. januar stendur sum ein varði í føroyskari hondbólts- og ítróttarsøgu. Í fyrsta A-endaspælinum hjá føroyskum liði eydnaðist hondbóltsmonnunum at fáa stig. Tað var ímóti á pappírinum sterkasta liðnum í bólkinum, sum eisini var á odda við trimum málum, tá undir tveir minuttir vóru eftir.

Føroyski javnleikurin skapti størri føroyska fólkaveitslu og vakti stóran ans í hondbóltsheiminum. Tað var ein heilt serligur endi av einum dysti, og tað er ikki løgið, at EHF hevur hann á sínum nýggjasta topp-fimm fyri endaspælið. 

Talan er um listan við fimm dystum ið høvdu ein heilt spennandi og villan enda.

Videobrotið sæst ovast. Tað er frá 3.05 at bjargingin hjá Paula Jacobsen, málið hjá Róa á Berg Hansen, mistakið hjá Harald Reinkind og snildni hjá Eliasi á Skipagøtu, brotskastið hjá Eliasi og ovurhonds stóri føroyski fagnaðurin síggjast. 

[object Object]
Løtan beint eftir at Elias Ellefsen á Skipagøtu setti bóltin í norska málið og tryggjaðu Føroyum flottan og søguligan javnleik (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder