Fótbóltur

Video: Unnustan og onnur ansa kálvunum hjá Brandi

Hetta meðan miðvallarin fyrireikar seg at møta Modric og teimum: - Eg gleði meg nógv til at ganga inn á Tórsvøll í morgin og syngja tjóðsangin. Eldri man verður, størri verður tað, og áskoðarnir kunnu veruliga geva okkum nakað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-04 22:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku legði FSF Varpið eitt video út við Brandi Hendriksson Olsen, meðan hann gevur sínum kálvum millum Fjarða fóður.

Sí tað her: Brandur ansar Berinti millum Fjarða

Nú skálvíkingurin hevur verið í høvuðsstaðnum í fótbóltsørindum seinastu dagarnar, spurdu vit, hvør so tekur sær av Berinti og teimum í løtuni.

- Hahaha, ja...nú er tað soleiðis, at kálvum ikki tørvar kraftfóður hvønn dag. Men daman koyrir inn inní millum, og onnur hjálpa til.

Brandur Hendriksson fegnast um, at man sum fótbóltsspælari í Føroyum hevur frið og møguleikan til slíkt; tað hevði hann ikki í íbúðum í Skandinavia sum yrkisspælari.

Tó er tað eingin ivi hjá bólttrygga miðvallaranum: Um ungir føroyskir spælarar hava góðar møguleikar at fara uttanlands, so er at taka av og standa í tí. Har er tol kanska lyklaorið, sigur landsliðsprofilurin, sum í nærum 15 ár hevði hetta lívið.

[object Object]
Brandur Hendriksson Olsen á tíðindafundi á Tórsvølli í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Si eisini: Hanus Sørensen slapp ikki at venja við í Celje longur - vil ikki stinga halan millum beinini

Nú gongur hann móti 30-ára føðingardegnum, og Brandur Hendriksson Olsen staðfestir, at "eldri man verður, størri verður tað at ganga inn á Tórsvøll og syngja tjóðsangin".

Hetta gleðir NSÍ-spælarin "seg øðiliga nógv til fríggjakvøldið". Talan verður um 68. A-landsdystin hjá Brandi, og hann fegnast um stóra gravgangin eftir atgongumerkjum.

Sí eisini: Útselt til landsliðsbakið fríggjakvøldið

Myndir: Tómt í dag - fult í morgin

- Móti Danmark og Skotlandi fyri fýra árum síðani var tað fullsett ella so at siga tað, og vit vóru heilt nær við stigum tá. Vit kunnu fáa ein líknandi dyst aftur í morgin, sigur Brandur Hendriksson at enda.

Hoyr alla samrøðuna ovast 

HM-undankapping 4. umfar: 
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia

Sí eisini: Droyma altíð um heilt stóra úrslitið og fara eftir tí í morgin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder