Fótbóltur

Video: Vælkomin til Verona, Andrias

Føroyingurin varð á seinasta degi í italska flytingarvindeyganum avdúkaður sum eitt av keypunum, sum skal royna at bjarga felagnum sæti í Serie A.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-03 09:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Felagið stríddist nakað við Wisla Plock fyri at keypa føroyska verjuspælaran leysan, og um vikuskifti loysnaði.

Sí eisini: Andrias Edmundsson er á veg til Serie A

Læknakanningin, seinastu undirskriftirnar og almennu myndirnar vórðu tiknar í Verona í gjár.

[object Object]
Mynd: hellasverona.it

25-ára gamli toftamaðurin varð endaliga avdúkaður tíðliga seinnapartin mánadagin. Í sambandi við hetta varð eitt stutt video gjørt á almennu Youtube-síðuni hjá Hellas Verona.

Videobotið sæst ovast ella her

Sí eisini: Wisla Plock takkar Andriasi og biður farvæl

Andrias Edmundsson kann fríggjadagin spæla sín fyrsta dyst í Serie A, tá Hellas Verona spælir lykladyst á heimavølli. Tað eru aftastu liðini í deildini, Verona og Pisa við 14 stigum hvør, sum hittast á Stadio Marc'Antonio Bentegodi, ið tekur umleið 39.000 áskoðarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder