Hondbóltur

Video: Villa føroyska hondbóltskvøldið í Oslo-útryðuni

Flúgvari, stórbjargingar, trygg vongmál, høgg hjá bakspælarum, effektiv kontramál og áhaldandi føroyskur larmur og stuðul sum eingin annar í EM hevur. Almennu hæddarpunktini hjá EHF eru vøkur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-19 07:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilt tú síggja partar av hondbóltsframsýningini hjá føroyingunum í Unity leikhøllini aftur?

So er bara at hyggja eftir almennu brotunum hjá evropeisku hondbóltssamgonguni frá Føroyar - Montenegro omanfyri: Tí fyrsta føroyska EM-endaspælssigrinum í A-landsliðshondbólti og fyrsta endaspæl

13 mál á muni og samandrátturin hevur eitt sindur av hvørjum. Hann kann eisini síggjast á Youtube.

Allar myndinar úr Unity Arena

---------------------------------------------------------

EM 2026 bólkur B, 2. umfar
18. januar. Unity Arena
Føroyar - Montenegro 37-24 (19-12)

Dystargongdin: 
5 min: 3-3
10 min: 8-5
15 min: 11-7
20 min: 15-10
25 min: 17-11
30 min: 19-12
35 min: 20-13
40 min: 23-14
45 min: 26-17
50 min: 28-19
55 min: 33-22

Føroysku málskjúttarnir: 
Óli Mittún 9
Hákun West av Teigum 9
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Leivur Mortensen 3
Teis Horn Rasmussen 3 
Ísak Vedelsbøl 2
Allan Norðberg 1 
Vilhelm Poulsen 1

Bjargingar: 
Pauli Jacobsen 16 (43 prosent) - dagsins spælari

Sí eisini: Dagsins maður: - Man vera størsta hondbóltskvøldið hjá okkum øllum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder