Hondbóltur

Video: - Vónirnar eru góðar

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen sigur, at hópurin gleðir seg nógv til teir báðar heimadystirnardystirnar, sum verða leiktir fríggjadagin og sunnudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-03 21:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mett verður, at møguleikar fyri góðum úrsliti hjá føroysku kvinnum um vikuskiftið, eru til staðar.

Hondbóltskvinnurnar skulu spæla móti Finnlandi og Ísrael fyri at koma víðari í sjálva høvuðsundankappingina til næsta EM-endaspælið.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen er ein av ungu og evnaríku leikarunum, sum seinastu vikurnar hevur fyrireika seg til uppgávurnar. Hon sigur, at vónirnar eru góðar og hópurin gleðir seg nógv til teir báðar dystirnar, sum verða leiktir fríggjadagin og sunnudagin.

Sí eisini: Video: Stóran týdning at vinna um vikuskiftið

Dystarskráin 
Fríggjadagin 4. juni kl. 18.30 Føroyar – Finnland
Leygardagin 5. juni kl. 18.00 Finnland – Ísrael
Sunnudagin 6. juni kl. 16.00 Føroyar – Ísrael

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder