- Tað hevur stóran týdning. Tað er har, vit ynskja at spæla og luttaka, sigur Maria Halsdóttir Weyhe.
Landsdystir móti Finnlandi og Ísrael eru á skránni hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti um vikuskiftið. Talan er um undan-undankapping, har vinnarin sleppur víðari til sjálva undankappingina til EM 2022.
Maria Halsdóttir Weyhe letur væl at fyrireikingunum hesaferð.
- Eg haldi, vit eru væl fyrireikaðar, og hava havt fleiri venjingar enn til undanfarnu kapping. So vit hava eitt betri samanspælt lið enn áður.
Hon sigur millum annað, at tað er umráðandi at álopsspælið kemur betri við hesaferð tí annars verður tað ov tungt.
Finnland - Føroyar
4. juni, 18:30
Ísrael - Finnland
5. juni, 18:00
Føroyar - Ísrael
6. juni, 16:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald