Tað er ikki ofta, at brotskastkapping skal til fyri at avgera ein hondbóltsdyst, men tað var neyðugt í Vestmanna í kvøld.
Í fyrru hálvfinaluni vann VÍF við einum 31-30, og tá støðan var 24-23 eftir 60 minuttir varð greitt, at vestmenningar og kyndilsmenn máttu út í longa leiktíð.
Heilar tvær ferðir máttu liðini spæla tvær ferðir fimm minuttir, tí avgerðin vildi bara ikki fella. Tá 80 minuttir vórðu leiktir var støðan samanlagt 59-59 og dysturin mátti avgerast við brotskastkapping.
Her vóru tað vestmenningar sum vóru stinnari. Kyndilsmenn brendu tvær ferðir, meðan vestmenningar brendu einaferð.
VÍF spælir harvið steypafinalu næsta leygardag. Mótstøðulið verður H71.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald