Hondbóltur

VÍF italska mótstøðu - H71 spælir móti liðið av Kýpros

Lutkastið til fyrsta umfar í European Cup, sum verður spælt í oktober, hevur júst verið. Somu føroysku feløgini eru umboðað hjá monnum.

Elsa Egholm og H71 skulu spæla móti Latsia Nicosia - seinastu árini er H71 komið víðari úr Evropa fleiri ferðir. Her í dysti móti kekkiskari mótsstøðu á Hálsi (Savnsmynd Sverri Egholm)

Elsa Egholm og H71 skulu spæla móti Latsia Nicosia - seinastu árini er H71 komið víðari úr Evropa fleiri ferðir. Her í dysti móti kekkiskari mótsstøðu á Hálsi (Savnsmynd Sverri Egholm)

2024-07-16 10:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er summarferia í felagshondbólti, men nú nýggja kappingarárið spakuliga nærkast, verður gjørt til reiðar til evropeisku kappingarnar.

Í ár verða tvey føroysk feløg umboðaði - hjá bæði monnum og kvinnum eru tað VÍF og H71. Greipuvinnararnir hjá kvinnum, Kyndil, eru millum tey, ið eisini høvdu møguleikan, men sum hava valt ikki at roynt seg í ár.

Tað krevur nógv at kappast í Evropa, og seinastu árini hevur H71 lagt nógv fyri. Tað hevur eisini gingist væl hjá serliga kvinnunum summi ár, og aftur í ár fara H71-kvinnurnar at royna seg.

Hetta verður í fyrstu syftu móti AC Latsia úr kypriotiska høvuðsstaðnum Nicosia. Av stuðulsorsøkum hevur liðið longur navn. (Cyview Developers) Latsia hevur luttikið í triðsterkastu evropeisku kappingini fleiri ferðir seinastu árini men hevur ikki vunnið nakran dyst. Í fjør tapti Latsia fyri maltesiskari mótsstøðu - her burdu verið fín útlit hjá H71, sum ikki hevur somu styrki sum áður, men sum í 2022 var í fjórðingsfinaluni í kappingini.

Kvinnurnar hjá VÍF hava ikki luttikið áður, men nú skulu tær royna seg. Hetta verður móti Jomi Salerno, sum er eitt av fremstu liðunum í Italia. Liðið er nakað sterkari enn tað, sum H71 skal spæla ímóti: Í fjør kom Salerno trygt víðari móti maltesiskari mótsstøðu í European Cup, men tapti síðani móti Gran Canaria.

[object Object]
VÍF skal spæla móti Jomi Salerno úr Italia (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ógreitt, um tað verður ein útidystur og ein heimadystur. Meira sannlíkt er, at liðini avtala at spæla báðar dystirnar í einum landi yvir eitt vikuskifti.

Beint nú fer lutakastið til 2. umfari hjá monnum í gongd. Tað er har, at føroysku liðini koma inn

EHF European Cup 2024/2025
1. umfar (eitur formelt 2. umfar)

H71 - Cyview Developers Latsia (Kýpros)
Jomi Salerno (Italia) - VÍF

Tað er ógreitt, um tað verður ein útidystur og ein heimadystur. Meira sannlíkt er, at liðini avtala at spæla báðar dystirnar í einum landi yvir eitt vikuskifti.

Dystirnir verða spældir í oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder