Stríðið um finaluplássini í í hondbólti er í gongd, og í kvøld vórðu tveir dystir leiktir hjá bæði kvinnum og monnum.
Hjá kvinnum bleiv í kvøld avgjørt hvørji fýra lið eru í hálvfinaluni. Við 32-27 sigri móti VÍF sløktu steypavinnararnir úr Hoyvík allar vónir hjá vestmannakvinnum at koma í hálvfinalurnar.
Í Høllini á Hálsi var grannauppgerð, og Kyndil svaraði aftur fyri tapið í steypakappingini. Kyndil vann 24-19 móti Neistanum.
StÍF vann sunnudagin 29-27 móti Stjørnuni og tá VÍF tapti í dag, er greitt, at strandakvinnur verða við í FM-hálvfinalunum.
Hjá monum eru VÍF og H71 langt fremst í kappingini, og hava tryggjað sær pláss í hálvfinaluni. Júst hesi liðini hittust í Hoyvíkshøllini í kvøld, men steypavinnararnir megnaðu ikki at knógva vestmenningum, sum vunnu dystin við trimum málum 30-27. Við sigrinum kemur VÍF á fyrsta pláss, og við tí kann tryggja sær fyrimun í hálvfinaluni.
Í Høllini á Halsi var ein sigur hjá Neistanum kærkomin í stríðnum um hálvfinalupláss. Kyndilsmenn vildu tað kortini øðrvísi og vunnu óvæntað 35-32.
KÍF og Team Klaksvík hittast í annaðkvøld klokkan 20 í avgerandi dysti um fjórða hálvfinaluplássið.
SMS kvinnur
H71-VÍF (32-27) 16-15
Maria H. Weyhe 9 mál, H71. Rannvá Olsen og Agnas Olsen 6 mál, VÍF
Kyndil-Neistin (24-19) 12-10
Bára K. Hansen 6 mál, Kyndil. Marjun F. Danberg 6 mál, Neistin
Støðan
1. Kyndil (27 stig)
2. H71 (23 stig)
3. Neistin (19 stig)
4. StÍF (16 stig)
5. VÍF (10 stig)
6. VB (9 stig)
7. Stjørnan (4 stig)
Burn menn
H71-VÍF (27-30) 14-13
Rúni Vest Højgaard 5 mál, H71. Sjúrður Olsen 7 mál, VÍF
Kyndil-Neistin (35-32) 18-18
Bartal Klein Olsen 11 mál, Kyndil. Rasmus Søby 13 mál, Neistin
Støðan
1. VÍF (26 stig)
2. H71 (23 stig)
3. Neistin (17 stig)
4. KÍF (15 stig)
5. Team Klaksvík (13 stig)
6. Kyndil (6 stig)
7. StÍF (6 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald