Hondbóltur

VÍF og Kyndil vunnu sannførandi útisigrar

Bæði í Klaksvík og á Skála var stórur munur, tá oddaliðini vóru á vitjan.

2018-11-11 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Okkara-deildini vórðu leiktir seint seinnapartin. Í báðum dystunum vann útiliðið, og í bæði í Klaksvík og við Skálafjørðin var tað so at siga avgjørt í 1- hálvleiki.

Á Skála skoraði heimaliðið bara seks mál í 1. hálvleiki móti VÍF. StÍF hevði stórar trupulleikar, og oddaliðið hevði eina 11-máls leiðslu í hálvleikinum. Tað gekk betri við málskjótingini hjá StÍF í 2. hálvleiki, men VÍF vann dystin við 11 málum, og er framvegis á 1. plássið í Okkara-deildini. 

Kyndil var ágangandi frá byrjan í Klaksvík. Miðskeiðis í 1. hálvleiki var støðan 4-10, og tað var sera tungt hjá Team Klaksvík. Næstu løtuna gekk tað betri hjá heimaliðnum at demma fyri, men álopsspælið koyrdi ikki væl. Í hálvleikinum var 16-8 til Kyndil, sum í 2. hálvleiki koyrdi sigurin trygt heim og vann við tíggju málum.

StÍF - VÍF 18-29 (6-17) 

Toppskjúttar: Martin Danielsen 6 mál, Jón Müller 8 mál

Team Klaksvík - Kyndil 21-31 (8-16)

Toppskjúttar: Christoffer Madsen og Finnur Hansson 5 mál, Høgni Klein Olsen og Tróndur Wardum 6 mál

Støðan í Okkara-deildini:
VÍF 11     (7 dystir)
Kyndil 10 (8 dystir)
Neistin 8 (6 dystir)
H71 6     (6 dystir)
KÍF 5      (6 dystir)
StÍF 4     (6 dystir)
Team Klaksvík 2 (7 dystir)  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder