Hondbóltur

VÍF og P/F Wenzel gjørt stuðulsavtalu

Hondbólturin hevur sera stóran týdning fyri ungdómin og bygdina Vestmanna, og er tað tí av stórum týdningi at hava góðar stuðlar, sigur VÍF.

Rannvá Olsen, spælari, Rúni Djurhuus, stjóri Wenzel og Hallur Arason, spælari (Mynd: VÍF)

Rannvá Olsen, spælari, Rúni Djurhuus, stjóri Wenzel og Hallur Arason, spælari (Mynd: VÍF)

2020-09-30 14:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vestmanna Ítróttafelag hevur gjørt stuðulsavtalu við P/F Wenzel. Hesum boðar ítróttafelagið frá í tíðindaskrivi.

–VÍF fegnast um at hava gjørt nýggja stuðulsavtalu við P/F Wenzel. Hondbólturin hevur sera stóran týdning fyri ungdómin og bygdina Vestmanna, og er tað tí av stórum týdningi at hava góðar stuðlar.

– Menning av fremstu liðunum, eins væl og ungdómsarbeiðinum, krevur nógv, og gleðast vit í Vestmanna Ítróttarfelag um, at Wenzel á hendan hátt er við og sæst aftur í menningini hjá okkum í felagnum.

Stjórin á Wenzel, Rúni Djurhuus metir tað vera umráðandi at stuðla ítróttini og ungdóminum, sum fleiri ferðir um vikuna venur og stríðist fyri at gleða áskoðarar, sum kunnu ferðast kring landið í hallirnar at síggja góðan hondbólt.

Við stuðlinum frá Wenzel hevur VÌF góðar fortreytir fyri at kunna gera seg galdandi í øllum deildum, sigur felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder