Fótbóltur

Víkingasigur í Gundadali

Annað tapið í fimm dagar hjá HB var veruleiki tá góðir 90 minuttir vórðu leiktir í Gundadali. Víkingur tevjar nú triðja plássið.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-19 20:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey tap í fimm dagar. Tað er veruleikin hjá tveimum reyðu og svørtu í Gundadali, sum á heimavølli í kvøld taptu 2-1 móti Víkingi.

Og við sigrinum hjá Víkingi í kvøld nærkast liðið úr Eysturkommunu av álvara HB á triðja plássið. Víkingur hevur eftir dystin í dag 45 stig á fjórða plássið meðan HB hevur 47 stig á triðja plássið.

Tætt var millum tey bæði málini hjá Víkingi, sum bæði komu í fyrra hálvleiki. Í 27. minutti legði Poul Kallsberg Víking á odda 1-0, og lítla løtu seinni, í 32. minutti økti Sølvi Vatnhamar til 2-0.

Álopsspælið hjá HB var einki at reypa av, og víkingaverjan megnaði at syrgja fyri, at havnarmenn ikki fingu mál fyrr enn í allar seinasta álopinum. Tað var Tróndur Jensen, sum fekk minka um munin. Nøkur sekund aftaná bríkslaði dómarin fyri, at dysturin var liðugur. Úrslitið gjørdist 2-1 til Víking.

Hesir báðir ósigrarnir hjá HB umframt javnleikurin hjá KÍ í gjár koma væl við hjá B36, sum á øðrum plássið hevur 52 stig. KÍ hevur 56 stig, men spælt ein dyst færri.

Stríðið um heiðursmerki kann harðna enn meira næstu vikuna. Víkingur tekur sunnudagin ímóti 07 Vestur, og mánadagin er grannauppgerð millum B36 og HB.

HB - Víkingur 1-2 (0-2)
27' Poul Kallsberg 0-1
32' Sølvi Vatnhamar 0-2 (Olaf Bárðarson)
90+04' Tróndur Jensen 1-2

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ 56 stig*
2. B36 52 stig
3. HB 47 stig
4. Víkingur 45 stig
5. 07 Vestur 34 stig
6. EB/Streymur 20 stig*
7. B68 19 stig
8. TB 16 stig
9. AB 13 stig
10. ÍF 12 stig

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder