
Ein vika er síðani, at meistararnir úr Gibraltar og Føroyum brustu saman. Tá vann Lincoln Red Imps 3-2.
Nú er tað upp til Víking at royna at venda tingunum - á útivølli og í hita.
Sí eisini: Víkingarnir hava roynt at vant seg við hitan
Okkum vitandi er tað ikki komið fyri, at eitt føroyskt felag hevur tapt fyrra dystin á heimavølli og síðani komið víðari á útivølli. Her liggja tó avgjørt møguleikar í uppgerðini; tað sást eisini í Klaksvík síðsta týsdag.
Útivallarmál eru ikki galdandi longur, so eitt mál til Víking merkir fullkomiliga javnvág í aftur.
Víkingarnir venja á Europa Point. Har vera umleið 26 hitastig við dystarbyrjan (Mynd: vikingur.fo)
Víkingur vann í 2022 á Gibraltar (2-1á Europa FC), og føroysk feløg eru í undanfarnu fýra royndunum komin víðari móti liðum av Gibraltar.
Olaf Bárðarson er leikbannaður til dystin. Tað verður sum skilst Ólavur Mikkelsen, sum var hjálparvenjari í nøkur ár og nú er U21-landsliðsvenjari, ið kemur at hava ábyrgd við síðulinjuna saman við Óla Kristian Skála Jacobsen og Gert Hansen.
Um Víkingur vinnur seg víðari, so merkir tað minst seks evropeiskar dystir afturat í summar, umframt beint yvir fýra milliónir krónur í kassan, sambært bolt.fo. Tapir Víkingur skal liðið royna seg í Conference League ístaðin.
Til ber at stroyma Champions League-uppgerðina her
Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum.
Seinni dysturin millum Víking (2) og Lincoln Red Imps (3) byrjar klokkan 16.30 føroyska tíð.
Til ber at stroyma hann fyri eitt gjald á eini 75 krónur her
Champions League dysturin millum Lincoln Red Imps og Víking verður eisini vístur á stórskíggja í Syðrugøtu - á torginum uppiyvir sandinum, ella har um leiðir, boðar Víkingur frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald