Fótbóltur

Víkingarnir hava roynt at vant seg við hitan - skulu royna at venda tí

Tíðliga týskvøldið spæla føroyameistararnir í Gibraltar. Setningurin er at venda 2-3 til víðari luttøku - í minst 25 hitastigum. Dysturin kann stroymast.

Í leguni hjá føroyameistarunum vita teir, at teir kunnu gera tað betri og vera neyvari enn í fyrra dystinum í Klaksvík týskvøldið - nú verður tað meira avbjóðandi í hitanum (Mynd: vikingur.fo)

Í leguni hjá føroyameistarunum vita teir, at teir kunnu gera tað betri og vera neyvari enn í fyrra dystinum í Klaksvík týskvøldið - nú verður tað meira avbjóðandi í hitanum (Mynd: vikingur.fo)

2025-07-14 22:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lincoln Red Imps liggur nú til at koma víðari úr 1. umfari í Champions League, men hetta fer Víkingur at royna at broyta í morgin.

Í leguni hjá føroyameistarunum vita teir, at teir kunnu gera tað betri og vera neyvari enn í fyrra dystinum í Klaksvík týskvøldið. Hann endaði 2-3.

Lincoln hevur heimavøllin tíðliga týskvøldið - klokkan 17.30 lokala tíð - og tað innber ein dyst, sum eftir veðurforsøgnunum verður spældur í minst 25 hitastigum.

Tað er eisini heldur slavið og lítil vindur í Gibraltar, men síðani mánamorgunin hava víkingarnir roynt at vant seg við tað.

[object Object]


[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Frá venjingunum á nýggja vøllinum á Europa Point leikvøllinum (Myndir: Víkingur)

Sí eisini: Víkingarnir høvdu langan ferðadag í gjár

Víkingur verður uttan leikbannaða Olaf Bárðarson til útidystin. Vinnur Vìkingur við einum máli í vanligari leiktíð. verður talan um longda leiktíð á Gibraltar.

Seinni dysturin millum Víking (2) og Lincoln Red Imps (3) byrjar klokkan 16.30 føroyska tíð.

Til ber at stroyma hann fyri eitt gjald á eini 75 krónur her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder