Fótbóltur

Víkingarnir høvdu langan ferðadag í gjár

Vóru frammi í Gibraltar stutt fyri klokkan tíggju - nú fyrireika teir seg uppá at royna at venda Champions League-uppgerðini. Seinni dysturin verður týsdagin klokkan 16.30.

Víkinga-ferðalagið áðrenn fráferð úr Vágum leygarmorgunin (Mynd: vikingur.fo)

Víkinga-ferðalagið áðrenn fráferð úr Vágum leygarmorgunin (Mynd: vikingur.fo)

2025-07-13 11:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga leygarmorgunin fór Víkinga-ferðalagið úr Sarpugerði. Fyrsta málið var flogvøllurin í Vágum, meðan endastøðin var Gibraltar.

Klokkan var umleið 22 føroyska tíð, áðrenn allur hópurin var uppá pláss.

Úr Keypmannahavn fór ferðalagið í tvey - tað er ikki so einfalt at koma til lítla landið heilt sunnarlaga í Evropa.

Nú hevur tað snúð seg um hvíld. Í dag og í morgin skulu víkingarnir venja seg til umstøðurnar og fyrireika seg til stóru uppgávuna móti Lincoln Red Imps týsdagin.

Tað krevst ein sigur, fyri at Víkingur skal hava møguleika at halda fram í Champions League. Meistararnir av Gibraltar vunnu 3-2 í Føroyum týsdagin.

Víkingur hevur, eins og B36, áður vunnið á Gibraltar.

Tað er heitt á Gibraltar og sagt verður frá yvir 25 hitastigum, tá dysturin byrjar klokkan 16.30 føroyska tíð, týsdagin 15. juli. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder