Víkingur fekk í kvøld heiðurin sum ÍtróttaFELAGSSKAPUR 2022.
Arndis Joensen tók ímóti fyri Víking.
- Hetta er eitt herðaklapp til okkum øll, frá tí ynska til tann elsta. Vit eru øll ein eind, segði hon um felagsskapin í Eysturkommunu.
- Tað er gott fyri at børn, ung og vaksin eru saman og vinna. Prikkurin yvir i’ið var á Tórsvølli í heyst, segði Arndis Joensen.
Víkingur hevur seinastu árini veruliga torað at sett sær stór mál – við at satsa uppá egnar leikarar og venjarar, og allir venjarar hjá børnum og ungum eru sjálvboðin, og netupp tað sjálvbodna arbeiðið er nakað, ið eyðkennir Víking.
Eisini hevur man í fleiri ár lagd stóran dent á at hava breiddini við, so langt upp sum møguligt. Av tí at fólkagrundarlagið ikki er serliga stórt (2272 fólk), so er tað jú av stórum týdningi, at fráfallið er so lítið sum møguligt, tí tá eitt lið skal mannast til heilan vøll við 11 leikarum (og fleiri á bonkinum), so er brúk fyri øllum.
Hetta hevur givið úrslit, tí Víkingur er tað felagið, ið hevur flest leikarar skrásettar í mun til fólkatalið í økinum/kommuni (458 skrásettir leikarar). Heili 20 prosent av fólkinum eru skrásett sum virknir fótbóltsspælarar.
ÍtróttaFAGNAÐURIN er í Norðurlandahúsinum í kvøld, og verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald