Fótbóltur

Víkingur fullkomiliga eyðmýkti B36

B36-skrædl í Sarpugerði, har Víkingur hevur havt framsýning seinnapartin, í samband við at 10. sigurin á rað kom í hús. Víkingur á 3. plássi eftir 6-0 sigur.

Víkingarnir løgdu seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Poul Kallsberg sló til. Í 2. hálvleiki vóru serliga Olaf Bárðarson og Martin Klein Joensen eyðsýndir (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingarnir løgdu seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Poul Kallsberg sló til. Í 2. hálvleiki vóru serliga Olaf Bárðarson og Martin Klein Joensen eyðsýndir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-01 16:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur vann fyri løtu síðani sín tíggjunda sigur á rað, og tað var ikki hissini sigur. B36 er á 2. plássi, var undan dystinum ósigrað eftir summarsteðgin og hevði vunnið hinar báðar innanhýsis dystirnar. Útiliðið flutti bóltin væl til tíðir í Sarpugerði í dag, men at enda varð liðið hjá Dan Brimsvík eyðmýkt.

Eitt kyniskt Víkinga-lið við fult av sjálvsáliti spældi klókt og sannførandi - bæði við og uttan bólt. Heimaliðið skoraði einasta málið fyri steðgin. Hetta var miðskeiðis í hálvleikinum, tá Mattias Lamhauge gav returbólt, ið bert Poul Kallsberg var til reiðar til.

Myndir: Víkingur - B36

Sum heild sóu B36-málverji og verja illa út í 2 .hálvleiki, har Víkingur veruliga foldaði seg út. Olaf Bárðarson vísti stórar dygdir - serliga í samband við triðja málið - og síðani kom áleyparin Martin Klein Joensen av álvara í gongd. Hann skoraði hattrikk uppá átta minuttir. 

Harvið varð ein ótrúligur sigur staðfestur. Víkingur vísti stóra styrki og leggur nú av álvara trýst á havnarfeløgini í stríðnum um evropeisku plássini. HB varð yvirhálað aftur, og B36 skal av álvara reisa seg næsta vikuskifti. 

Úrslitið merkir eisini, at KÍ, ið er á odda 4-0 móti ÍF, verður føroyameistari aftur. EB/Streymur vann í Trongisvági. 

24. umfar í Betrideildini

Í dag, sunnudagin 1. oktober

Víkingur - B36 6-0 (1-0)
22' Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson) 1-0
49' Olaf Bárðarson 2-0
58' Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg) 3-0
75' Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson) 4-0
79' Martin Klein Joensen (Sølvi Vatnhamar) 5-0
82' Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson) 6-0

Sí myndir frá dystinum

TB - EB/Streymur 0-1

(15.15) KÍ - ÍF (4-0)


Í gjár, leygardagin 30. september

07 Vestur - AB 2-1 (2-0)
20' Oddur í Haraldstovu í Petersen (Mathias Voss) 1-0
31' Oddur í Haraldstovu í Petersen (Jasper van der Heyden) 2-0
66' Brian Jakobsen (Marius Kryger Lindh) 2-1

Sí uppstillingar og annað her

HB - B68 3-3 (2-2)
3' Adrian Rúnason Justinussen (Heri Hjalt Mohr) 1-0
21' Mikkel Dahl (Dan í Soylu) 2-0
32' Ragnar Samuelsen (Alex Mellemgaard) 2-1
45 (+1)' Jørgen Nielsen 2-2
55' Matthias Præst Nielsen (Adrian Rúnason Justinussen) 3-2
90' Aleksandur Ólavsson Jensen (Alex Mellemgaard) 3-3

Sí eisini: B68 gjørdi bart í Gundadali- AB í stórum trupulleikum

Støðan:

1. KÍ 62 stig (23 dystir)
2. B36 53 stig (24 dystir)
3. Víkingur 51 stig (24 dystir)
4. HB 49 stig (24 dystir)
5. 07 Vestur 37 stig (24 dystir)
6. EB/Streymur 24 stig (24 dystir)
7. B68 21 stig (24 dystir)
8. TB 16 stig (24 dystir)
9. ÍF 15 stig (23 dystir)
10. AB 13 stig (24 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder