Fótbóltur

Víkingur hevur framvegis ikki vunnið í 2025

07 Vestur vann eitt stig við sær úr Sarpugerði. Mattias Hellisdal tryggjaði B36 ársins fyrstu stig við Stóra - KÍ gjørdi sína skyldu móti EB/Streymi.

Tað eydnaðist ikki Víkingi at fáa hol á móti 07 Vestur - TB tapti tepurt á heimavølli móti B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað eydnaðist ikki Víkingi at fáa hol á móti 07 Vestur - TB tapti tepurt á heimavølli móti B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-30 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir teir fyrstu dystirnir í 3. umfari í Betrideildini eru av, nú landsliðssteðgurin er liðugur.

Mest merkisverda úrslitið var í Sarpugerði. Føroyameistararnir hava higartil í ár havt trupult við at gera mál og at vinna kappingardystir, og við Stórsteypadystinum hevur Víkingur bert eitt mál og ongan sigur í fýra dystum. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen er í løtuni á 8. plássi.

Í dag eydnaðist ikki at fáa hol á móti stríðsfúsa liðnum hjá Dan Brimsvík. Aron Jarnskor Ellingsgaard rakti tvørtrøðið seint í dystinum og málleyst í Norðragøtu - nakað sum teir hjá 07 Vestur sjálvandi eru betri nøgdir við.

Hetta var fyrsta stigið hjá 07 Vestur í ár. B36 hevur nú eisini stig - trý av teimum. Hesi tryggjaði Mattias Hellisdal við flottum máli við Stóra. Ungi havnarmaðurin tamdi bóltin, gjørdi eina freka tunnil og við "hálvmánan" uttanfyri brotsteigin sendi Mattias bóltin niður í lonra málhornið. Hetta varð einasta málið í Trongisvági, har B36 hevði møguleikar at økja, men TB helt lív og og hótti seinastu løtuna.

[object Object]
Mattias Hellisdal tryggjaði B36 trý stig - liðið helt eisini málið reint, eftir at sjey mál fóru inn undan landsliðssteðginum (Mynd: Sverri Egholm)

Í Klaksvík gekk skjótt fyri seg. Eftir fimm minuttir var 1-1  - fyrst Páll Klettskarð og síðani Búi Egilsson. KÍ var síðani á bóltinum allarstørsta partin av hálvleikinum, men tað gekst striltið at skapa møguleikar móti vælskipaða útiliðnum. Tá ger vinstra fóturin hjá Árna Frederiksberg ofta mun: Stutt fyri steðgin var tað við góðum hornasparksinnleggi, har Deni Pavlovic var hægstur og legði KÍ aftur á odda.

EB/Streymur var allatíðina við í dystinum og skapti onkrar støður í 2. hálvleiki. KÍ helt tó fast í leiðsluni á einum degi, har stórfavorittarnir ikki leikliga spentu seg út. Móti endanum kom rok í, tá Árni Frederiksberg ertaði Meinhard Geyti, ið síðani sparkaði 7'aran hjá KÍ niður, uttan at bólturin var har. Beinleiðis reytt kort og beint aftaná var Sigfríður Clementsen burturvístur fyri at vísa sína ónøgd.

Betrideildini, 3. umfar
Sunnudagin 30. mars
TB - B36 0-1
14' Mattias Hellisdal 0-1

Sí meira um dystin her

KÍ - EB/Streymur 2-1 (2-1)
4' Páll Andrasson Klettskarð (Jonn Johannessen) 1-0
6' Búi Egilsson (Óli Eyðsteinsson Poulsen) 1-1
38' Deni Pavlovic (Árni Frederiksberg) 2-1

Reytt kort: Meinhard Debes Geyti (94')

Sí meira um dystin her

Víkingur - 07 Vestur 0-0

Sí meira um dystin her

17.00: HB - FC Suðuroy (0-0)

19.00: NSÍ - B68

Fylg gongdini í hinum dystunum í kvøld ovast á Portalinum

Støðan
1. KÍ 9 stig
2. NSÍ 6 stig *
3. HB 6 stig *
4. EB/Streymur 4 stig
5. B68 3 stig *
6. B36 3 stig
7. TB 2 stig
8. Víkingur 2 stig
9. 07 Vestur 1 stig
10. FC Suðuroy 0 stig *

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder